Loading Events
Nær
14. august 2026 kl. 19:30 - 19:31
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 55

Havfolket (NO)

Høli: Høllin
Longd: 91 min

“Havið lokkaði á tann hátt, at har funnust ævintýrini, har fanst stóri fongurin, har fanst maturin.”

Í januar 2026 lata norðmenn Havfolket úr hondum. Ein heimildarfilm, ið er ein hittinorðað, stórfingin og ótálmað kærleiksváttan til fólkið fram við landi.

Heimildarfilmurin blandar yvir hundrað ár av upptøkum úr skjalasavnum við sterkum røddum frá norsku sjóvarstrondini og dokumenterar á stuttligan hátt, hvørja ávirkan eitt lív tætt upp á havið og langt frá miðjaðaranum hevur á lyndið, livimátan og sýnið á tilveruna.

Filmurin hevur vakt stóran ans í Norra. Og neyvan er nakar føroyingur órørdur av kenslum fyri havinum, so tí verður spennandi at síggja, um henda søgan eisini kann gera um seg her á klettunum. 

Kjarnin í filminum er um menniskjuni og gerandislívið fram við landi, men filmurin nemur eisini við týðandi søguligar hendingar í Norra, sum t.d. byrjanina á norska oljuævintýrinum og enduruppbyggingina av Finnmørkini, sum nasistar brendu og oyðiløgdu undir 2. veraldarbardaga, men sum norski staturin í høvuðsheitum endurreisti eftir kríggið.  

Leikstjóri: Elisabeth Kleppe, Henrik Hylland Uhlving og Elin Sand