Loading Events
Nær
15. november 2026 kl. 13 - 13:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Heimalambið Nella – Betta á Dalinum

Høli: Klingran
Longd: 45 min.

Heimalambið Nella kemur í húsið hjá Bettu og Jóhann at vera. Nella fær eitt lítið stykki niðan fyri húsið at vera og eta gras, men tað gongur ikki so væl. Hon vil hvørki vera innibyrgd ella einsamøll. Hon berjist sum fyri lívinum fyri at sleppa út, rennur eftir hundum, óruddar í kjallaranum, órógvar á rættini, í hoyna og allastaðni, har hon er, og so er hon eisini so veðursjúk.

Tak børnini við til lætt og stuttligt rithøvundaprát. Heimalambið Nella er ein stuttlig søga, sum Betta á Dalinum hevur skrivað, og Jana Jonhardsdóttir hevur myndprýtt. Betta fer at siga frá nøkrum av fittu søgunum um veruliga heimalambið Nellu.

Børnini kunnu eisini seta rithøvundinum spurningar. Bókin er 76 síður og væl egnað at lesa fyri børnum, sum eru uml. 6-9 ár.

Um Bettu
Betta á Dalinum er fødd í Klaksvík í 1958. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1992 og hevur verið lærari í Klaksvík, til hon fór frá vegna aldur í 2025. Heimalambið Nella er hennara fyrsta bók.

Fyriskipari: Bókadeild Føroya Lærarafelags