

Heitir Tónar úr Latínamerika
Nú ber til at royna Suðuramerikanska pardansin Bachata!
Bachata er ein lættur og hugnaligur pardansur, sum øll kunnu vera við til. Endamálið við Bachata er at spreiða dansigleðina runt allan heimin og at njóta góðan tónleik. Tað er ikki krav at hava dansipartnara við. Vit byrja heilt róliga, og vit lova tykkum, at tit fara at hugna tykkum.
Undirvísararnir eru frá dansibólkinum Bailamos. Sharon Sivertsen og Iris Kirke.
Og so fáa vit fína vitjan av Lalo (Chokolade Records, COL/DK). Lalo er upprunaliga úr Kolumbia, og hevur búð í Danmark síðani miðskeiðis í 90’unum.
“Eg eri sera spentur at ferðast til Føroyar og at uppliva Tórshavn NITE -LIFE, og eg gleði meg at kuratera náttina við mínu bestu latínamerikansku plátum av ovastu hill.”
Lalo hevur savnað plátur síðani hann var 13 ára gamal, og tónleikur hevði altíð ein avgerandi leiklut í hansara uppvøkstri. At elta plátur gav honum eina kenslu av meining við lívunum og gleði, so fyri umleið 15 árum síðani, avgjørdi hann at lata ein plátuhandil Chokolade Records upp saman við einum vinmanni í Keypmannahavn.
“Sjálvandi havi eg ein serligan kærleika fyri afro-latínskum tónleiki, MEN eg royni at vera demokratiskur, og tí selji eg eisini alskyns tónleik, so sum Jazz, Funk, Disko, Elektroniskt, og Afro, bara fyri at nevna nøkur fá!”
