Loading Events
Nær
25. november 2025 kl. 13 - 18
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis atgongd

Helgi Midjord – Framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Eisini hevur hann gjørt standmyndir, ein stendur úti í Hoyvíkstjørn, og ein bonk í viðarlundini í Fuglafirði, ið bleiv gjørdur til seinastu drotningavitjanina. Helgi er eisini kendur frá tónleikleikalívinum sum gittarspælari og sangari.

Hansara sermerktu málningar eru av motivum, sum í flestu førum ikki finnast í veruleikanum, men spretta úr hugaheimsins fjalda dýpi ella sálarligum speglingum – materialiseraðar í málningalistini – tíðar- og staðleysar, og einans koma til lívs og geva meining í sálarligu speglingunum hjá tí einstaka, ið sær og upplivir málningin/-arnar.

Helgi hevur annars útstillað m.a. í Aarhus og verið við til at gjørt scenografi fyri Disney Channel í Stokkhólmi í 2008. Seinastu ferð, ið Helgi hevði framsýning var í 2011. Nú fáa føroyingar høvi at síggja flottu listaverkini hjá Helga Midjord í Smiðjuni í Lítluvík.