

hey :) TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ við Trygva Danielsen
Høli: Skálin
Longd: 90 min.
Trygvi Danielsen gevur út samrøðuskaldsøguna hey 🙂 TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ ANNO DOMINI 2025 og viðger verkið í samrøðu við Berg Djurhuus Hansen.
Talan er um eina longri bók, næstan 900 síður, ið nýtir talgildan kjattform sum karm um ein metamodernistiskan dialog við samtíðina. Hetta er eitt verk um undirgang, vinarlag og einsemi í Føroyum anno domini 2025.
Mitt undir samrøðuni fer Trygvi at framføra sum Silvurdrongur í hóslagi við tvímansbólkinum Hettarher. Saman framføra teir nøkur løg av nýggjastu plátuni hjá Silvurdrongi, nú æt eg eftir ánni, ið speglar tematiska innihaldið í nýggja bókmentaverkinum.
Tað er Sprotin, sum gevur út bókina.
Fyriskipari: Sprotin.
