Loading Events
Nær
15. mai 2026 kl. 19 - 19:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 65

Hip Hop Summarsýning

Høli: Høllin
Longd: 40 min.

Børn, ung og vaksin, sum ganga til hiphop í Dansifrøi hjá Dianu J. Hansen, hava sýning, har tey vísa tað, tey hava lært seinastu mánaðirnar.

Fleiri enn 200 næmingar ganga til hiphop hjá Dianu, og dansilið eru í øllum aldursbólkum frá 5-7 ár til 30+.

Dámar tær dans og hiphop-tónleik, er hetta ein sýning júst til tín.