

Hitt ein veruligan rúmdarfara – til børn og familjur (NO)
Høli: Skálin
Longd: 40 min
Hvussu er tað at ferðast út í rúmdina? Hvat ger ein veruligur rúmdarfari?
Tað fáa børn og familjur at vita henda dagin, tí tá hitta vit Jannicke Mikkelsen, ein kendan norskan rúmdarfara, sum hevur verið á spennandi rannsóknarferðum í rúmdini í seinastuni.
Hon fer at taka børnini við á eina hugtakandi ferð út í tann stóra, undurfulla alheimin – við stjørnum, gongustjørnum og uppdagingum.
Við áhugaverdum søgum, filmsbrotum úr rúmdini og stuttligum faktaum fara børnini at læra eina rúgvu um alheimin ‒ nakað, sum tey kanska ongantíð hava hoyrt um.
Tiltakið er væl egnað til børn og familjur, sum vilja uppliva okkurt spennandi saman.
Aftan á fyrilesturin ber til at seta spurningar ‒ børn kunnu spyrja alt, sum tey undrast á, bæði stórt og smátt um rúmdina. Og sjálvandi verður eisini høvi at taka mynd saman við einum veruligum rúmdarfara.
Vælkomin til eina heilt serliga uppliving til børn og ung!
Viðmældur aldur: frá 10 ár
Hitt ein veruligan rúmdarfara er partur av RÚMDARDAGAR, eini røð av tiltøkum, har Norðurlandahúsið yvir eitt vikuskifti varpar ljós á alheimin.
