HjartaLjóð (DK)
Støða: Fult teknað
Høli: Skálin
Longd: 45 min.
Ert tú so lítil, at tú enn ikki hevur lært at tosa? Tað bilar ikki. Tú kanst saktans vera við. Faktiskt er henda framførslan júst til tín.
HjartaLjóð er ein opera til børn millum 0-2,5 ár og foreldur teirra.
Her verða litir, klangir og pláss til rørslu. Ljóðini, eygnabránni og lítlu gerðirnar hjá børnunum verða partur av framførsluni – akkurát sum tey eru. Áskoðararnir sita í einum ringi rundan um lítla pallin, og børnini kunnu grulva nær við, hyggja, nerta og vera við í egnum tempo.
Tað er ikki neyðugt at duga at tosa fyri at vera við. Spælt verður við ljóð og orð á ymiskum málum, men tað týdningarmesta fer fram uttan orð. Við kroppinum. Við sansunum. Við forvitninum. Her er einki, sum skal gerast upp á ein rættan máta – bara nakað, sum kann upplivast.
HjartaLjóð er ein rólig, sansalig og musikalsk uppliving fyri tey minstu. Ein lítil ferð hjá lítlum oyrum inn í tónleikaheimin – og eitt trygt rúm, har bæði børn og vaksin kunnu vera saman um listina. Tætt við. Nærverandi. Og á jøvnum føti.
Tveir operasangarar, tveir tónleikarar og tveir teknikarar framføra:
Nana Bugge Rasmussen, Leif Jone Ølberg, Kristina Thede Johansen, Johanne Andersson, Lone Boes, Morten Chemnitz Kirches-Lindegaard
HjartaLjóð er partur av okkara barnafestivali Frítt Flog, sum í ár snýr seg um fólkaræði. Í eini tíð, har felagsskapur og samrøða eru meira umráðandi enn nakrantíð, gevur Frítt Flog børnum møguleika fyri at uppliva fólkaræði í praksis – gjøgnum list, spæl og virkna luttøku í felagsskapi. Festivalurin savnar norðurlendsk listafólk og bjóðar upp á nógv ymisk listalig úttrykk, sum fáa børn til at uppliva, granska og vera við.
