Loading Events
Nær
23. apríl 2026 kl. 00 - 24. apríl 2026 kl. 00
Hvar
Tjóðpallur Føroya

Holið

Á einum oydnum staði, sum ikki er til, hittast fimm ferðandi. Eingin leið er at hóma, og tað einasta, ið bindur tey saman, er holið í bátinum, sum má bøtast, fyri at tey kunnu halda fram.

Men hvussu bøtir mann eitt hol, sum kanska er meira enn bara eitt hol?

Meðan tey leita eftir eini loysn, stinga spurningar seg upp. Um hvørji tey eru. Um hvønn annan. Um felagsskap, ábyrgd og ynskið at hoyra til.

Holið er ein poetisk og skemtilig granskan av tí at vera menniskja, av tí, sum vit bera við okkum og holunum, sum vit royna at bøta.

Leikurin er kropsligur og uttan mál og er ætlaður vaksnum og børnum úr 7 árum

Les meir og síggj myndir á heimasíðuni: tjodpallur.fo