

Hoppilundin við Tjarnir letur upp
Tað verður møguligt hjá øllum at støkka inn á gólvið, og royna nýggju hoppiborgirnar og mini golfvøllin. Tað ber sjálvandi eisini til at hugna sær við poppkorn, candyfloss, blandaðum bommi og øðrum, sum hoyrir til í Hoppilundini.
Alt hetta til alla familjuna við Tjarnir.
Opið er:
- 15. november frá kl. 10 til 18
- 16. november frá kl. 13 til 18
Kostnaður kr. 100 fyri børn upp til 14 ár. Foreldur ókeypis, tó skulu børn vera í fylgi við einum vaksnum.
Vit hoppa hægri – Vit síggjast við Tjarnir.
