Høli: Skálin
Longd: 50 min
Leitar tú eftir skuggum í myrkrinum?
Mást tú trýsta á kontaktina tríggjar ferð, tá tú sløkkir ljósið?
Ímyndar tú tær, at tú er ein ninja sum rennir við síðuna av bilinum, tá tú koyrir?
Tað er ymiskt, hvussu vit eru til her í verðini, hvat vit halda eyðkennir okkum, og hvørjir tankar mala í okkara hugaheimi. Onkur av okkum dáma at halda okkum í bakgrundini, meðan onnur eru frambrúsandi og hava ein sokallaðan ‘main character energy’. Hóast okkara ymiskleikar hava vit tað til felags, at vit øll eru høvuðspersónurin í okkara egna lívi. Tað er menniskjans samleiki og teir faktorar, ið spæla ein leiklut í menningini av okkara samleika og hvussu hesir ávirka okkum, ið er miðdepilin av verkinum Høvuðspersónurin.
Skapanartilgongdin og pallsetingin hevur verið eitt samstarv millum teir sjey altjóða yrkisdansararnar á palli, ið harafturat hava fingið íblástur og hjálp frá næmingum á dansi- og rørslubreytini á Nám X. Verkið er enn í gerð og eftir sýningina verður tað endurskoðað og víðariment.
Toymið
Hugskot: Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Elias Bäckebjörk
Framleiðsla: Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár B. Árting
Koreografi og framførsla:
Rannvá Guðrunardóttir Niclasen (FO)
Elias Bäckebjörk (NO)
Torill Kolsrud (NO)
Vár B. Árting (FO)
Búi Rouch (FO)
Elias Kraft (SE)
Johannes Blattner (DE)
Ljós: Villiam Soo Joensen (FO)
Samframleiðsla: Norðurlandahúsið
Stuðlað verkætlanini hava Nordisk Kulturfond, Nordisk Kulturkontakt, Almanna- og mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Atlantic Airways og Mentanargrunnur Landsins. Ein serlig tøkk til Dansifrøi og Norðurlandahúsið fyri at húsa virkseminum hjá RIVA.