Loading Events
Nær
14. november 2026 kl. 13:15 - 13:16
Hvar
Norðurlandahúsið

Høvundakorterið – Hanus Kamban

Høli: Forhøllin
Longd: 15 min.

Rithøvundurin Hanus Kamban lesur upp úr bókini Úr høvundsins smiðju.

Bókin
Í Úr høvundsins smiðju hevur høvundurin savnað saman eitt úrval við teimum áhugaverdastu tekstunum – ritgerðum, hugleiðingum, søguligum, politiskum og listaligum viðgerðum, ummælum, portrettum og minningarorðum – sum hann hevur fest á blað og almannakunngjørt ta seinastu hálvu øldina.

Her eru umrøður av rithøvundum sum Sigurd Hoel, Thomas Mann, George Orwell og Arthur Koestler og – um vit venda okkum til Føroya – Duritu Holm, Oddvør Johansen og Bergtóru Hanusardóttur. Somuleiðis eru í bókini portrett av sangarum og musikarum sum Leonard Cohen og Bob Dylan, av yrkjarum og sjónleikaskrivarum sum Harold Pinter og – um vit leita aftur í 18. øld – av skaldinum, listamanninum og tí gátuføra sjónarmanninum William Blake.

Í eini drúgvari søguligari viðgerð verður greitt frá, hvussu ríkið Iran – upprunaliga Persia – longu í 1953 vaks fram til at verða eitt fólkaræði í evropeiskari merking, og hvussu USA beindi fyri hesum framstigi. Í fyrilestrinum Carpe Diem – hildin á Føroya Studentaskúla í 2006 – er evnið „Hugvísindir og teirra leiklutur í einum nútíðar skúlaverki“.

Høvuðsevnini í hesum verki eru humanisma, fólkaræði og javnstøða. Tann drúgvi navnalistin seinast í verkinum ger tað lætt hjá lesaranum at leita eftir persónum og evnum.

Høvundakorterið er tiltaksrøð hjá Rithøvundafelag Føroya, har limir nýta høvi at lesa upp úr egnum nýprentaðum tekstum. 

Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya