Loading Events
Nær
14. november 2026 kl. 12:15 - 12:16
Hvar
Norðurlandahúsið

Høvundakorterið: Rakel Helmsdal

Høli: Forhøllin
Longd: 15 min

Høvundakorterið er tiltaksrøð hjá Rithøvundafelag Føroya, har limir nýta høvi at lesa upp úr egnum nýprentaðum tekstum. 

Bókin
Ikki fyri ræðuskítar! Nordic Nightmares – The Best of Nordic Horror er ein ensk stuttsøgusamling, ið er ritstjórnað av Margrét Helgadóttir, og útgivin í 2026. Talan er um 20 ræðusøgur úr øllum Norðurlondum. Rakel Helmsdal lesur brot úr sínari stuttsøgu, When the Angels Came.

Um høvundan
Rakel Helmsdal (f. 1966) er rithøvundur og listafólk. Hon hevur skrivað 30 bøkur til børn, ung og vaksin, og flestu teirra kunnu lesast av fólki í øllum aldri og kunnu tí kallast allaaldrabøkur. Við skulptur­ellari list og listagrafikki myndprýðir hon eisini sínar egnu bøkur.

Fleiri av bókunum hjá Rakel Helmsdal hava verið í uppskoti til og fingið virðislønir, bæði føroyskar, íslendskar og norðurlendskar. Rakel Helmsdal hevur í fleiri umførum verið í uppskoti til ALMA-virðislønina, sum er størsta altjóða barnabókmenta­virðislønin. Bøkurnar eru komnar á upp til 19 málum, m.a á ­­pólsk­um, sámiskum, kinesiskum, ­arabiskum og katalansk­um.

Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya