Loading Events
Nær
15. november 2026 kl. 12:45 - 12:46
Hvar
Norðurlandahúsið

Høvundakorterið: Silja Aldudóttir og Laura Gunnváardóttir

Høli: Forhøllin
Longd: 15 min.

Rithøvundurin Silja Aldudóttir og myndlistafólkið Laura Gunnváardóttir lesa upp úr Spádómurin – Norrønu gudarnir. Bókin er ætlað 8-12 ára gomlum.

Bókin
Óðin er hægsti gudurin í Ásgarði, men kann hann steðga heimsins undirgangi? Spádómurin hjá vølvuni sigur, at heimurin fer at ganga undir í ragnarøkum. Óðin má finna ein máta at steðga tí. Hann ferðast niður í myrka undirheimin fyri at gerast uppaftur mætari, men skjótt finnur hann út av, at vísdómur og vald hava ein høgan prís.

Uppliv norrønu gudalæruna í hesi spennandi røðini um stríð og styrki, hetjur og svikarar, vísdóm og kærleika. Kom við á ferðina, tá æsirnir stríðast ímóti teimum óndu jatnunum.

Silja Aldudóttir (1992) er rithøvundur og skrivar bøkur til børn og ung. Laura Gunnváardóttir (1994) er myndlistafólk og tatovørur. Spádómurin – Norrønu gudarnir 1 er fyrsta bókin, sum hon hevur myndprýtt. Spádómurin er fyrsta bókin, sum Silja og Laura hava gjørt saman.

Høvundakorterið er tiltaksrøð hjá Rithøvundafelag Føroya, har limir nýta høvi at lesa upp úr egnum nýprentaðum tekstum. 

Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya