Loading Events
Nær
15. november 2026 kl. 11:15 - 11:16
Hvar
Norðurlandahúsið

Høvundakorterið: Vár Berghamar Jacobsen

Høli: Forhøllin
Longd: 15 min.

Høvundakorterið er tiltaksrøð hjá Rithøvundafelag Føroya, har limir nýta høvi at lesa upp úr egnum nýprentaðum tekstum. 

Bókin
Luddi og Lundisa spæla lunda-krógva og blunda er myndabók, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað, og Delia Ciccarelli hevur myndprýtt. Hetta er fimta bókin um fittu lundapisurnar í Mykinesi.

Um høvundin
Vár Berghamar Jacobsen er leiklistafrøðingur, sjónleikari og rithøvundur úr Tórshavn. Vit kenna hana m.a. frá jólakalendarum í KVF og Likkulikkuleia.
Vár hevur eisini skrivað leikritið til Jól í Grannalagnum, sum varð sent sum jólakalendari í útvarpinum í 2007, og í 2025 var leikurin vístur sum sangleikur.

Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya