Loading Events
Nær
06. september 2025 kl. 14 - 17
Hvar
MBM
Prísur
Ókeypis atgongd

Hugnaligt barnatiltak til frama fyri Barnabata

Raska hevur bjóðað sínum góðu vinum við, so tú kanst heilsa uppá og dansa saman við:
Røsku, Atlasi, Odda, Nósa, Leiku & Leika, Silva, Sjógvan, Bassa og Betri vinir bamsuni.
Og ikki minst – Rógvi kemur at gykla og undirhalda við sínum stuttligu gandakynstrum. 

Hettar verður á skránni:
• Vit bjóða smakkiroyndir
• Popkorn, hoppiborgir og ballónir
• Stjórin grillar pylsur
• Drekkamunnur og køkur
• Mist til børnini
• Verkstaðið hjá Búrøkt verður opið, har tit fáa høvið at síggja traktorar, trukkar, maskinur o.a
• Andlitsmáling
• Raska og vinir fara at dansa saman við børnunum, eisini hava tey eina stop dans kapping
• Høvið verður at taka myndir saman við Røsku og vinunum

saman fara vit eisini at handa Barnabata eina peningagávu til frama fyri teirra góða arbeiði.
Kom við og njót ein hugnaligan dag saman við Røsku og vinunum!