Hugnaløta, áðrenn FMA, við tónleiki frá jónas Gaard
Vit bjóða ókeypis bobblir og brellbitar, og Jónas Gaard kemur allanvegin úr Danmark at spæla nøkur løg fyri okkum.
Kokkteylbarrin verður opin við góðum 2 fyri 1 tilboðum. Harafturat verður møguleiki fyri at keypa Bao fyri ein góðan prís.
Tiltakið verður í nýggju innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali.
Skráin fyri kvøldið
Kl. 18.00 Dyrnar lata upp, og vit bjóða bobblir og brellbitar
Kl. 19.00 Jónas Gaard framførir nøkur løg
Kl. 19.30 Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA, yvir í Norðurlandahúsið
kl. 20.00 FMA verður víst á stórskíggja í Landmark
