Hugnaløta áðrenn FMA við tónum frá Jónas Gaard
Í sambandi við Faroese Music Awards, bjóða Nema og Hotel Brandan til eina hugnaliga løtu á Hotel Brandan. Tiltakið er ókeypis og fyri øll, bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA og tey, ið ikki hava. Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja.
Bjóðað verður ókeypis bobblur og brellbitar, og Jónas Gaard kemur allanvegin úr Danmark at spæla nøkur løg.
Kokkteylbarrin verður opin við góðum 2 fyri 1 tilboðum. Harafturat verður møguleiki fyri at keypa Bao fyri ein góðan prís.
Tiltakið verður í nýggju innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali.
Skráin fyri kvøldið:
Kl. 18.00 Dyrnar lata upp, og vit bjóða bobblur og brellbitar
Kl. 19.00 Jónas Gaard framførir nøkur løg
Kl. 19.30 Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA, yvir í Norðurlandahúsið
kl. 20.00 FMA verður víst á stórskíggja í Landmark
