Huldulitt
Tá vit siga farvæl við huldufólk, álvar og trøll, áðrenn tey fara í híð, nú vit nærkast ljósari tíðum.
Huldulitt lýsir upp myrkastu tíðina á árinum við ljósi, sagnum og huldufólki.
Uppliv føroyska siðsøgu gjøgnum søgur um huldufólk, álvar og trøll, tá Tórshavn verður umskapað við gandakendum ljósinstallatiónum, list og tónleiki.
Viðarlundin verður gjørd um til eina huldulund prýdd við ljósi og kreativum verkum frá skúlum og stovnum í kommununi og við einum loyniligum portali. Miðbýurin í Tórshavn, eins og gamli kirkjugarðurin, verður eisini lýstur upp við ljósinstallatiónum, millum annað einum animeraðum listaverkið við Elinborg Lutzen og William Heinesen.
Huldulitt byrjar í endanum á januar, og er ein vika, har vit leggja dent á føroyskar sagnir og siðaarv og lýsa hetta við ymiskum ljósinstallatiónum og tiltøkum í býnum, og samstundis styrkja føroyska samleikan og mentanararv.