

Huldulitt 2026: Avdúking av ljósinstallatión við myndum frá Elinborg Lützen
Áðrenn avdúkingina fer Bárður Jákupsson at siga nøkur orð um Elinborg Lutzen og hennara áhuga í forniskum verum.
Tað vera fýra uppruna verk sýnd og eitt endurprent.
Tá filmurin er tendraður fara tónar at ljóða frá FRUM, sum framførir í hølunum hjá LBF, og tónleikurin kann njótast úti á gøtuni.
Tiltakið er ókeypis.
Paname letur -50% av øllum kaffi, te og kakao frá kl. 17.00-19.00 hendan dagin. So tak tær ein heitan kopp út við til avdúkingina, ella far á kafé aftaná.
