

Huldulitt 2026: Lummalyktatúrur á Listasavni Føroya
Saman við einum rundvísara fara vit at hyggja nærri at spennandi listaverkum í myrkri. Vit fara at lýsa á gátuføru linoprentini hjá Elinborg Lützen og leita eftir yvirnatúrligum og spøkilsiskendum verum.
Lummalykta-túrarnir verða leygardagin 7. februar.
- Kl. 17.30 verður ein túrur fyri smærri børn (uml. 6-10 ár)
- Kl. 18.00 verður ein túrur fyri størri børn (uml. 10-14 ár)
Børnini eru vælkomin at hava egna lummalykt við. Til ber eisini at læna lummalyktir á savninum.
Savnið er opið leygardagin 7. feb. kl. 11-19.
Tað er ókeypis at vitja savnið og at luttaka í lummalyktatúrum.
Tiltakið er partur av HULDULITT-tiltakinum hjá Visit Tórshavn.
Vælkomin!
