

Hulduveiða á Hotel Hafnia
Eftir eitt væleydnað tiltak í fjør, verður hulduveiða aftur á Hotel Hafnia.
Leita eftir huldufólkunum runt um í hotellinum og fá okkurt gott, tá tú hevur funnið øll.
Les um huldufólk og trøll í lesihorninum og eisini ber til at síggja flottu ljósinstallatiónina uppi á takinum á hotellinum.
Hulduveiðan er ókeypis og fyri øll.
Hotel Hafnia hevur samstundis eitt serstakt huldutilboð hesa vikuna: børn undir 12 ár gista ókeypis.
Katrina Christiansen borðreiðir við huldumatskrá:
Risin (7 rættir)
– Fongur úr fjøru tikið í skýming (Krabbabisque)
– Stolið úr bóndans kova (Skinsakjøt, gravlaksur, turkað skinka við tilhoyri)
– Brendur vellingur frá huldukonuni (Risottokrokettur – smájusterast)
– Seyðatjóvur (Braiseraður lambsbógvur við hvítleyki og tomat)
– Veltan “Tikið úr veltuni á miðjari nátt, glaserað við hunangi, so skal tað nokk blíva gott” (Glaseraðar rótfruktir við hunangi)
– Gandaríma “Royktur ostur, smyr hann út, kál, pera og nøt – stoyt yvir súran lút“ (Roykiostur, spískkál, pera og nøtir við sinnopsvinaigrette)
– Berjagreytur við rómastampi og gomlum breyði
Kellingin (5 rættir)
– Fongur úr fjøru tikið í skýming (Krabbabisque)
– Stolið úr bóndans kova (Skinsakjøt, gravlaksur, turkað skinka við tilhoyri)
– Brendur vellingur frá huldukonuni (Risottokrokettur)
– Seyðatjóvur (Braiseraður lambsbógvur við hvítleyki og tomat)
– Berjagreytur við rómastampi og gomlum breyði
Eisini verður livandi ljós og huldutónar fyri at skapa ein serstakan hulduhýr.
