

Hulduveiða og lesikrókur á Hafnia
Eftir eitt væleydnað tiltak í fjør, verður hulduveiða aftur á Hotel Hafnia. Leita eftir huldufólkunum runt um í hotellinum og fá okkurt gott, tá tú hevur funnið øll.
Les um huldufólk og trøll í lesihorninum og eisini ber til at síggja flottu ljósinstallatiónina uppi á takinum á hotellinum.
Hulduveiðan er ókeypis og fyri øll.
