Sunnudagin 6. juli verða Havnarvegurin og Húsareynstunnilin latin upp fyri almennari ferðslu. Ætlanin er at hátíðarhalda henda dag, har fólk kunnu ganga, renna, trilla og súkkla gjøgnum Húsareynstunnilin og eftir Havnarvegnum, og enda við Tjarnir, áðrenn tunnilin og vegurin verða latin upp fyri bilferðslu. Eitt fólksligt tiltak fyri øll. Ein drekkamunnur verður at fáa við Tjarnir.
Skráin
Kl. 13.00 Harmoniorkestrið GHM spælir við munnan á tunlinum við Marknagilsvegin
Kl. 13.30 Elsa Berg, borgarstjóri, heldur røðu
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, heldur røðu
Jón Sigurðsson, stjóri hjá Articon, heldur røðu
Bergur Robert Dam Jensen, form. í teknisku nevnd, klippir snórin
Farið verður inn í Húsareynstunnilin og endað við Tjarnir (uml 4 km)
Tónleikur inni í tunlinum við Jóhan Hentze
Drekkamunnur við Tjarnir
Kl. 15.30 Havnarvegurin og Húsareynstunnilin lata upp fyri ferðslu, har Føroya Ellisakfør koyra frá munnanum á tunlinum við Marknagilsvegin til Tjarnir