Loading Events
Nær
17. juni 2026 kl. 16 - 16:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Hvussu kann norðurlendskt samstarv gera mun?

Høli: Norðurstova
Longd: 2 tímar

Lívskorini hjá LGBTI-persónum eru tongd at, hvar í Norðurlondum tú býrt. Staðbundnir munir eru á t.d. møguleikum fyri stuðli, málrættaðum átøkum og netverki. At liva í fábýltum- ella bygdasamfeløgum í Norðurlondum hevur serligar avbjóðingar við sær orsakað av landafrøðiligum, mentanarligum og sosialum sjónarhornum. 

Kunnleiki um viðurskiftini hjá LGBTI-persónum í Føroyum er avmarkaður, og tað ávirkar møguleikarnar fyri at skapa málrættað átøk og virkisætlanir. 

Hendan ráðstevnan leggur fram úrslit av eini nýggjari kanning um lívskorini hjá LGBTI-persónum í bygdasamfeløgum við denti á Føroyum. Innbodnir serfrøðingar úr Norðurlondum leggja sínar áskoðanir og royndir fram um, hvussu norðurlendskt samstarv kann vera við til at styrkja rættindi og møguleikar hjá LGBTI-persónum.

Á einum serligum kafétiltaki aftaná verður kunnað um Nordisk LGBTI-fond, sum í ár raðfestir serliga samstørv, har høvuðsumsøkjarin er úr Føroyum, Grønlandi ella Álandi.

Ráðstevnan er ætlað umboðum úr landsstýrinum, myndugleikum, stovnum og øðrum, sum virka og hava áhuga fyri evninum.

Tað er avmarkað pláss, so tilmelding krevst. 

Ráðstevnan er eitt samstarv millum Norðurlendska Ráðharraráðið, Nordisk information om kunskap om kön (NIKK), Norðurlandahúsið og Almanna- og bústaðarráðið.

Skrá

Orðstýrari er Andreas Koskela Nielsen, seniorráðgevi, Javnstøða & LGBTI, Norðurlendska Ráðharraráðið 

15.00 Vælkomin
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum og javnstøðumálum.

Korini hjá LGBTI-persónum í bygdasamfeløgum 
Úrslit og niðurstøður av nýggjari norðurlendskari frágreiðing, umframt hugleiðingar úr einum føroyskum sjónarhorni. 

Kajsa Widegren, dosentur í kynsvísindum og málsviðgeri, Nationella sekretariatet för genusforskning i Sverige
Elisabeth Skarðhamar Olsen, adjunktur, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya

16.00 Steðgur 

Hvussu kann norðurlendskt samstarv gera mun?
Samrøða um norðurlendskt samstarv, avbjóðingar og møguleikar úr einum føroyskum samanhangi.

Andreas Lunn, serráðgevi, Javnstøðudeildin í Miljø- og Ligestillingsministeriet Danmark
Gunn Hernes, stjóri, Norðurlandahúsið í Føroyum
Bjørt Lind, sálarfrøðingur og løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin 

Orð at enda Orðstýrari, Andreas Koskela Nielsen

17.00 Endi

Aftaná ert tú vælkomin í matstaðið Titu at luttaka á einum stuttum kunnandi tiltaki um ársins kunngerð í Nordisk LGBTI-fond, har høvuðsumsøkjarar úr Føroyum, Grønlandi og Álandi hava forrætt. Lætt ábit verður at fáa. Les meira her