Loading Events
Nær
17. juni 2026 kl. 18 - 18:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Hvussu søki eg stuðul til LGBTI-verkætlanir?

Høli: Forhøllin
Longd: 60 min.

Ert tú verkætlanarleiðari? Kundi tín felagsskapur hugsað sær at søkt verkætlanarstuðul, sum LGBTI-persónar fáa ágóðan av? Vilja tit arbeiða saman við øðrum norðurlendskum londum? 

So er at koma til eitt óformelt og upplýsandi kafétiltak við norðurlendska LGBTI-grunninum, sum í ár raðfestir serliga umsóknir, har høvuðsumsøkjarar eru úr antin Føroyum, Grønlandi ella Álandi. Tú kanst søkja verkætlanarstuðul millum 50.000 og 500.000 kr. Freistin er 2. novembur.

Vit fáa vitjan av Deepati Forsberg, átakssamskipara fyri NIKK (Nordisk information for kundskab om køn), sum umsitur bæði norðurlendska javnstøðugrunnin og norðurlendska LGBTI-grunnin. Hon fer at kunna nærri um, hvussu ein søkir, um raðfesting av umsóknum og um metingarstøðið. Hon verður eisini tøk at tosa við og spyrja um ymiskt.

Matstaðið Tita bjóðar síni væl dámdu foccacia. Komið, tá ið tiltakið byrjar fyri at vera vís í at fáa ein bita.

Tiltakið er ókeypis, og tað er ikki neyðugt at melda seg til.

Stutt fakta um norðurlendska LGBTI-grunnin og ársins raðfesting:

Hvør kann søkja?
Verkætlanin má fevna um tríggjar ymiskar felagsskapir úr trimum ymiskum Norðurlondum. Tað kunnu vera sjálvbodnir felagsskapir ella áhugafeløg, netverk, myndugleikar ella annað alment virksemi, non-profit-felagsskapir ella smáar/miðalstórar fyritøkur.

Hvat kunnu vit søkja um?
Endamálið kann vera at:

  • Økja kunnleika og forstáilsi fyri teimum trupulleikum, sum avmarka rættindi og møguleikar hjá LGBTI-persónum í Føroyum, Grønlandi og Álandi

  • Geva aktørum í Føroyum, Grønlandi og Álandi betri møguleikar at samstarva og fáa kunning

  • Útbyggja og styrkja tað norðurlendska samstarvið fyri javnrættindi og møguleikar hjá LGBTI-persónum í Norðurlondum

Nær skulu vit søkja?
Freistin er 2. novembur 2026.