Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
27. mai 2025 kl. 17 - 18
Hvar
Listasavn Føroya
Prísur
Ókeypis atgongd

Í Kerinum 40

Myndarøðin “Í Kerinum 40” eftir Inga Joensen fevnir um eldri foto-myndir av einum heimi í Sumba í 1970-árunum og nýggjar myndir av sama húsi frá 2015. Samanburðurin av myndunum lýsir, hvussu eitt heim kann broytast og fær okkum at hugsa um, hvat ger eitt hús til eitt heim. Við hesum vísir Ingi Joensen ikki bert ta fysisku broytingina í húsinum, men eisini á tann kensluliga tómleikan, sum stendur eftir, tá eitt heim ikki longur er tað heimið, sum vit kendu.

Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri, bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð um bókina og myndarøðina.

Listasavnið bjóðar drekkivørur.

Bókin fæst til keyps á savninum.

Stórur partur av myndarøðini hongur frammi í føstu framsýningini á Listasavni Føroya og til ber at síggja myndirnar á bókaframløguni.

Øll eru hjartaliga vælkomin.