Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
13. apríl 2025 kl. 10 - 16:30
Prísur
DKK 1100 – 1800

Impro-leikur við Julie Wieth

Julie Wieth er útbúgvin sjónleikari frá Den Danske Scenekunstskole (leikari) og Den Danske Filmskole (leikrit) og arbeiðir í dag sum casting director og undirvísir í leiklist. Undir sjónleikalesnaðinum fekk hon beinleiðis undirvísing frá Keith Johnstone.

Hon hevur millum annað undirvíst í improvisatión fyri børn/ung, næmingum á leiklistaskúla og vinnufólki (team building).

Skeiðslýsing:

Verksmiðjan byggir á venjingar hjá Keith Johnstone. Serligur dentur verður lagdur á samstarv, tilvitska um rúmið og umhvørvið, og á spontanitet. At sleppa egnum logikki og tankastýring og heldur siga JA!

Vit lata upp fyri kollektiva hugflognum og skapa smáar dramatiskar senur í felag. Tað er ein stuttlig, orkufull tilgongd í at samstarva.

Luttakararnir mugu gjarna taka onkran lut ella klæði við, eitt nú ein hatt, regnskjól, stav, turriklæði, gummistilvar, regnfrakka o.a

Undirvíst verður á donskum.

Støði:

Skeiðið hóskar bæði til leik og lærd.