Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
08. mai 2025 kl. 20 - 20:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Ingesunds Slagverksensemble (SE)

Høli: Klingran
Longd: 60 min

Ingesund Slagtøjsensemble spælir nýggjan tónleik bæði úr Svøríki og Føroyum. Á skránni vera rútmisk og ljómandi løg, sum royna nýggjar leiðir og eru avbjóðandi at spæla á slagverki – m.a. eru fleiri heimsfrumspælingar, sum eru skrivaðar í samstarvi millum tónasmiðir og lesandi úr londunum báðum.

Skrá
In Chains – Johan Bodin Eriksson
Eitt dukandi og fjálgt verk eftir svenska slagverksleikaran Johan Bodin Eriksson, sum undirvísir í Härnösand og sum stendur fyri størstu undirvísingarskipanini fyri ungar slagverksspælarar í Svøríki.

Skärgårdsvals – Daniel Berg/Anders Åstrand

Fiesta Colores – Nils Rohwer

Libertango – Astor Piazolla

Dropar – Helena Sigurdsdottir Lamhauge

Songs for generation alpha – Tóra Tróndardóttir Bærentsen

Slá í ring – Rúni K. Mouritsen
Eitt verk skrivað fyri kvartett í trimum satsum (Stevið, Lagið og Søgan), sum fer á eina rútmiska og ljómandi ferð við áhoyrarunum.

Um Ingesund Slagtøjsensemble
Við í Ingesund Slagtøjsensemble eru næmingar, ið lesa slagverk á Musikhögskolan Ingesund  ein av bestu tónleikaútbúgvingunum í Svøríki. Á skúlanum ganga næmingar úr øllum landinum – og í løtuni eisini ein úr Føroyum.

Musikhögskolan Ingesund er partur av Karlstad Universiteti og hevur síðani 1923 verið týðandi partur av skandinavisku tónleikasiðvenjuni. Her útbúgvast tónleikalærarar, tónleikarar og tónleikaframleiðarar í vakra umhvørvinum í Kyrkviken, sum er í nánd av Arvika í Värmland.

Á skúlanum verða tónleikalærarar og tónleikarar útbúnir til at arbeiða í mentanarlívinum, á fólkaskúlum, á miðnámsskúlum og á listaskúlum. Harumframt ber til at taka útbúgvingar í tónleikaframleiðslu og ymiskum listalærugreinum, umframt eina rúgvu av serligum tónleikaskeiðum.

Í løtuni ganga umleið 320 lesandi á Musikhögskolan Ingesund, harav tey flestu lesa á tónleikalæraraútbúgvingini. Undirvísararnir eru royndir og eldhugaðir í bæði tónleiki og tónleikaundirvísing.