Ingmar er gamal í garði og royndi egnar leiðir fyrra árið við lagnum “Hey, tú”, sum hann framleiddi saman við Ara Johannesen. Síðani hevur hann verið at hoyra eitt nú til Jól við Løkin í 2023 og er nú at hoyra í eyðkennislagnum til “Góðan morgun, Føroyar” í KVF.
Ingmar dámar væl at gera ymist slag av tónleiki. Men 11. apríl verður diskopoppur og funkur aftur á skránni. Hann møtir upp við lagsmonnum sínum Eyðuni Johannesen við bassi í hendi og Josva Debes við trummurnar.
Tónleikarar: Eyðun Johannesen við bassi, Josva Debes við trummur og Ingmar Berg Mikkelsen við klaver og sangi.
Køkurin í OY er opin 11.30 – 20.00.