Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
04. august 2025 kl. 14 - 14:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Jákup Tórgarð

Høli: Klingran
Longd: 45 min

Fyrsta soloverkætlanin hjá Jákupi Tórgarð. Hendan verkætlan hevur lagt seg eftir at bróta upp úr nýggjum. Verkini eru skrivað við tí í huga at blanda ymsar øðrvísi klassiskar og rytmiskar greinar saman. Tónleikagreinar sum impressionisma, minimalisma, fólkatónleikur og jassur verða blandaðar til eitt nýtt ljóð. Tónleikurin er partvíst gjøgnumskrivaður, men leggur eisini nógv upp til improvisatión innan teir karmar, ið verkini føra fram. 

Um hesa verkætlan sigur Jákup Tórgarð, “Eg havi í longri tíð hugsavnað meg um at duga hondverkið á klaverinum. Nú vil eg taka tað burturúr, sum mær sjálvur dámar og skapa okkurt persónligt og nýtt.”

Jákup Tórgarð – klaver