Loading Events
Nær
5. september 2026 kl. 20 - 20:01
Hvar
Dansifrøi
Prísur
DKK 350

Javnaðarflokkurin 100 ár

Á skránni verður leskiligur galladøgurði, eitt vælupplagt borðstjórapar, herligt undirhald, stuttar røður, góður felagssangur við tónleikaundirspæli og forkunnugar framførslur.

Dansað verður frá borðinum og farið verður upp á gólv, áðrenn dj-tónar bjóða upp til dans.

Barrin letur upp við sera lagaligum prísum. Til endans verður lættur náttmatur.

Plássið er avmarkað, so tekna teg skjótt við at flyta 350 kr. á konto 6460-408.680.7. áðrenn 20. august. Minst til at viðmerkja navn.

Vísur at venja verða lagdar á heimsíðu floksins fyrsta dagin.

Dyrnar lata upp klokkan 18.00.

Heilsan fyrireikingarbólkurin