Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
31. mai 2025 kl. 20 - 21:30
Hvar
F'LJÓÐ Living room concerts

JAZZYGOLD stovukonsert í hjartanum í Havninini

Kom og uppliv Jazzygold á heilt serligari útgávukonsert í akustiskum hami mitt í hjartanum í Havnini. Stovuhugni, kaffi, te og køkur eru íroknað atgongumerkjaprísin.

Jazzygold er listanavnið hjá Jasmin Mote – ein føroysk tónlistakvinna, sum við djørvum popptónum og RnB-rótum hevur skapt sítt egna rúm fyri kenslum sínum, persónligari styrki og sjálvsfatan. Hon gav sína debut EP við heitinum it’s been a while 14. februar í ár – og fer nú í hesum sambandi at spæla eina heilt serliga akustiska útgávukonsert heima í stovuni hjá Elini Brimheim Heinesen mitt í Havn.

Kom á konsert og kava niður í fløkta lívið hjá einum ungum menniskja, ið livir sítt besta lív. Jazzygold blandar RnB og soulpop saman á ein persónligan, ærligan og veruligan hátt. Tað hoyrist aftur í rødd hennara, í tekstunum, tónleikinum og visuellu framløguni hjá henni. Hon skrivar um lívið í 20-árunum – um ov nógvar veitslur og ov nógvir timburmenn. Um ov nógvar hjartasorgir, um at fara í panikk og um at lita hárið reytt. Um at vera troytt av vinum og hava vónir um eina nýggja byrjan.

Jazzygold hevur røtur bæði í Føroyum og í Kenja. Sum ein kvinna við myrkari húðarliti enn tey, hon vaks upp saman við, kendi hon seg øðrvísi og hevði ikki rættiliga nakran at spegla sær í, tá ið hon vaks upp í Vestmanna. Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at hon fór undir hesa tónleikaverkætlanina. Hennara dreymur er, at yngra ættarliðið her á landi og kring heimin skal kunna kenna seg aftur í hennara tónleiki, og at tey kunnu síggja onkran, ið líkist henni, klára seg væl í “veruliga heiminum” – at tað ber til, hóast tú kemur úr einum pinkalítlum stað, ið eitur Føroyar.

Stovukonsertin hjá Jazzygold verður ein nærverandi uppliving við tónleiki, sprottin úr persónligu søgunum hjá Jazzygold, í sjálvsrannsakan og í einum brennandi ynski um at skapa rúm fyri teimum, ið ofta ikki verða hoyrd. Við ráu røddini hjá Jazzygold, melodiøsu styrkini og einum heilt serligum ljóðblandi í tónleikinum, bjóðar Jazzygold lurtaranum inn í eitt inniligt og hjartanemandi tónleikarúm.

Hjartaliga vælkomin!

ØKISTÓNAR STUÐLAR
Hendan konsertin er stuðlað av Økistónum: https://musikk.fo/okistonar/