Konsertinar eru orkubumbur, og eingin sleppur undan at verða við í tí, sum sker á pallinum – tí pallurin er allastaðni. Eyðkenda huglagið, sum lortendanir altíð megna at skapa, er litað av provokatión og kærleika. Áskoðarin verður konfronteraður við politiskum meiningum, samstundis sum politiskar ósemjur ikki eru ein nóg góð orsøk til at ikki at verða rivin við í ballið.
Seinastu árini hava teir spælt allastaðni frá Kekkia, Canada, Roskilde Festival og Hvalbiartunnilin, og jalig ummælir eru at hoyra allastaðni teir hava rokast.