Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. desember 2025 kl. 14 - 07. desember 2025 kl. 14
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 65 – 165

Jóla- og familjukonsertin

Høli: Høllin
Longd: 60 min (eingin steðgur)

Jólini nærkast í hvørjum, og sjálvandi verður jólatónleikur á skránni aftur í ár.

Føroya størsta jólaorkestur framførir fantastiskar jólatónar, og bæði føroyskur og útlendskur jólatónleikur er á skrá.  

6. og 7. desember vera árligu jóla- og familjukonsertirnar í Norðurlandahúsinum. Stórur eftirspurningur er eftir konsertunum, so í ár eru ikki minni enn fýra konsertir á skránni – tvær leygardag og tvær sunnudag. 

Eins og undanfarin ár eru konsertirnar eitt samstarv við musikkskúlaskipanina. Hetta er konsertin, har nógvir dugnaligir musikkskúlanæmingar sleppa at royna seg saman við teimum bestu tónleikarunum í føroya størsta orkestri.

Solistar hesuferð eru violinúrmælingarnir Hjalti V. Sámalsson, Oda Drós Østerø, Joanna R. Wang og Elin Rasmussen. Øll fýra lesa tónleik á musikkkonservatoriinum, og tey framføra ”Konsert fyri fýra violinir í H-mol” eftir Vivaldi.

Fýra barna- og ungdómskór luttaka á konsertini í ár. Stella og Ungdómskórið úr Tórshavnar Musikkskúla, Barnakórið í Musikkskúlanum í Vágum og Barnakór í Nes Sóknar Musikkskúla. Sangararnir eru í aldrinum 9-16 ár, og tey syngja kendar føroyskar jólasangir. 

Kórleiðarar eru Edith Dahl Jakobsen, Katrin á Borg Johannesen, Joanna Johansen, Ásbjørn Berthelsen og Sigrið Sivertsen. 

Hjartaliga vælkomin á jólakonsert.

Violinsolistar: Hjalti V. Sámalsson, Oda Drós Østerø, Joanna R. Wang og Elin Rasmussen
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson

Atgongumerki
Vaksin: 165 kr. 
Børn (3–16 ár): 65 kr.