Loading Events
Nær
5. desember 2026 kl. 14 - 6. desember 2026 kl. 14
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 75 – 165

Jóla- og familjukonsertin 2026

Høli: Høllin
Longd: 60 min (uttan steðg)

Føroya størsta jólaorkestur framførir fantastiskar jólatónar, og bæði føroyskur og útlendskur jólatónleikur er á skrá. 

Vanliga er stórur eftirspurningur eftir hesum familjukonsertum, so aftur í ár eru fýra konsertir settar á skrá – tvær leygardag og tvær sunnudag.

Jóla- og familjukonsertin er í samstarvi við Føroya Musikkskúlaskipan. Her fáa musikkskúlanæmingar høvi at royna seg saman við teimum bestu tónleikarunum í landinum.

Solistar
Solistar hesa ferð eru Sólja Rye, ið spælir violin, og Ásgerð Stenberg Olsen, ið spælir tvørfloytu. Tær báðar framføra ávikavist Méditation og Romance in Db eftir fronsku tónaskøldini Jules Messenet og Camille Saint-Saëns.

Stórt barna- og ungdómskór
Barna- og ungdómskórini, sum luttaka á konsertini í ár, eru Stella og Ungdómskórið úr Tórshavnar Musikkskúla, Barnakórið í Musikkskúlanum í Vágum og Barnakórið í Nes Sóknar Musikkskúla. Sangararnir eru millum 9 og 16 ár, og tey syngja kend føroysk jólaløg.

Kórleiðarar eru Edith Dahl Jakobsen, Katrin á Borg Johannesen, Joanna Johansen, Ásbjørn Berthelsen og Sigrið Sivertsen.

Hjartaliga vælkomin til hugnaliga jólakonsert.

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire
Solistar: Sólja Rye, violin, og Ásgerð Stenberg Olsen, tvørfloyta