Loading Events
Nær
09. desember 2025 kl. 19 - 19:01
Hvar
Reinsaríið
Prísur
DKK 110

Jólahugni við Xperiment á Reinsarínum

Týskvøldið 9. desember kanst tú taka tær eina væl uppiborna fríløtu eftir jólaørindini. Set teg niður á Reinsarínum við einum heitum glasi av gløggi og njóta jólatónar frá rútmiska kórinum XPERIMENT.
Tað verður hugnaligt, livandi og í røttum jólastemningi, sum vit øll hava tørv á í desember.