Loading Events
Nær
19. desember 2025 kl. 18 - 18:01
Hvar
Hollywood
Prísur
Ókeypis atgongd

Jólakafé í Hollywood

Komið ein túr inn, saman við vinum, familju ella børnum í hugnaligu kaféina, spælið eitt borðspæl, lurtið eftir góðum framførslum, syngið karoke og njótið ein kopp av kaffi, kakao ella kanska ein leskiligan, rúsfrían cocktail.
Vit bjóða ókeypis kaffi, te og saft, umframt er tað møguligt at keypa aðrar kaffidrykkir, kakao, rocktails og okkurt søtt afturvið.
Saman við Tabletop Føroyar, kunnu vit bjóða eitt breitt úrval av borðspølum.
Ein lyft til trappurnar um tørvur er á tí.

Vit síggjast!