Loading Events
Nær
20. desember 2025 kl. 19:30 - 19:31
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
DKK 160

Jólaklingur

Allar kvinnurnar hava verið nógv virknar á føroyska tónleikapallinum, men hetta er fyrstu ferð, at hesar fýra framføra saman – sum tær gleða seg til.

Beinta Ingeborg Greve syngur sopran. Í løtuni lesur hon klassiskan sang á Listaháskóla Íslands. Sanna Bæk Hoydal syngur sopran. Hon hevur gingið á musikkskúlamiðnámi í Havn og syngur í løtuni við bólkum sum t.d. Annika Hoydal, Guðrun og Bartal og Tarira. Borgfríð Fonsdal Johannesen syngur mezzosopran. Í løtuni lesur hon sangleik á Institute of the Arts Barcelona. Julia Fonsdal Højgaard spælir flygil. Hon er klaverleikari frá føroyska musikkskúlanum, umframt at hon er organistur. 

Á konsertini verða m.a. stykkir eftir Carl Nielsen, Gustaf Nordqvist, Martin Joensen og The Real Group framførd. 

Verið vælkomin!