

Jólakonsert: Christel Alsos (NO)
Støða: Fá pláss eftir
Høli: Høllin
Longd: 90 min (eingin steðgur)
Í myrku vetrartíðini er ikki nógv, ið kennist fjálgari enn jólakonsertirnar við Christel Alsos. Við sínu sermerktu rødd og sínum framúrskarandi evnum at bera fram, hevur hon givið túsundtals norðmonnum eina nýggja jólasiðvenju.
Í ár byrjar hendan siðvenjan í Føroyum.
Eftir at sera væl umtókta jólaútgáva hennara I den kalde vinter kom út í 2013, hevur hon á hvørjum ári í desember ferðast kring alt Noregi við sínum yndisligu jólatónum – og hevur savnað áhoyrarar, bæði ung og eldri til jólakonsertir, ið anda av ró, nærveru og fløva.
Christel Alsos er í dag at rokna millum mætastu tónleikarar í Noregi. Hvørt ár í desembur bjóðar hon eitt tónleikarúm, ið okkum leingist eftir – fjálgt, vónríkt og við serstaka friðsæla jólahýrinum.
Atgongumerki: 295 kr.
Ung (yngri enn 18 ár) og lesandi: 150 kr. (avmarkað nøgd)
Avsláttur: Keyp 6 atgongumerki ella fleiri fyri serprís: 245 kr. (avmarkað nøgd)
