Jólamenn á súkklu
Sum øll vita, so hava jólamenninir nógv at gera til jóla, og tí koma teir drønandi á súkklu gjøgnum býin sunnudagin áðrenn jólaaftan.
Prýddu súklunar seta sín jólaliga dám, jólamenninir heilsa uppá børn og vaksin, og so ætla teir at skipa fyri stoppdansi í pavilionini kl. 16.30.
Jólabýurin verður sjálvandi eisini opin hendan dagin. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar.