Loading Events
Nær
20. desember 2025 kl. 15 - 15:01
Hvar
Bátahylurin í Kollafirði
Prísur
Ókeypis atgongd

Jólamenn koma í bátahylin í Kollafirði

Í víðu og stóru fjøllum í Kollafirði hava jólamenninir nógv um at verða í jólahellinum.
Teir hava kallað á KÍF-Kappróður ígjøgnum markonisendaran, og hava brúk fyri hjálp á farleiðini eystureftir. Teir skulu brúka 6 mannafarið Kollfirðingur, sum felagið eigur.
Jólamenninir byrja ferðina leygardagin 20. desember, og leggja at í bátahylinum í Kollafirði kl. 16:00. Teir ynskja at heilsa uppá allar kollfirðingar áðrenn longu ferðina eystur til Finnmørkina. Børnini kunnu hava lummalykt við so teir síggja bátahylin í myrkrinum.
Kl. 15.00 hevur Kollafjarðar Bátafelag jólalestur, og Magni Christiansen kemur at spæla nøkur løg.
Suppa, Kaffi, The og holikøkur verða at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin.