Jólaperlur við Tóru Vestergaard
Tóra hevur gjørt eina fjølbroytta skrá av rútmiskum-, fólka- og klassiskum jólaløgum, og við sær á pallin hevur hon nakrar av fremstu tónleikaúrmælingunum í Føroyum; Birita Dam, Holgar Johannesen og Ólavur Jakobsen.
Hetta fyrsta kvøldið í desembur verður høvi at steðga á, lata seg bera av tónunum og njóta friðin og tann serliga jólastemningin.
