Loading Events
Nær
26. november 2025 kl. 15:30 - 17:30
Hvar
Altjóðahúsið
Prísur
Ókeypis atgongd

Jólastova í Altjóðahúsinum

Vælkomin í Jólastovu í Altjóðahúsinum.

Hendan dagin fara vit at gera jóladekoratiónir saman. Tak eitt stearinljós við, ið tú ynskir at nýta í dekoratiónini, so fært tú restina av tilfarinum frá okkum.

Framm til jóla fara vit at hava nakrar hugnaligar jólastovur í hugnaliga Altjóðahúsinum á Tinghúsvegi 12 (Heinesens húsi), har vit gera ymisk vanlig føroysk jólaítriv saman.