Teir blanda óttaleysir ymiskar tónleikasjangrur og samstarva javnan við tónaskøld um at skapa og framføra nýggj verk.
Eitt sermerkt dømi er røðin “From the Islands”, sum fevnir um verk úr meira enn 30 oyggjum um allan heimin. Tríggjar fløgur eru longu útkomnar á føroyska útgávufelagnum Tutl, og á Summartonar 2025 spæla teir eisini nýggj verk, sum fara at verða við á vol. 4.