JVC (DK) MARIUS DC og YO MAMAS
Sum fyrrverandi B-Boy hevur John Vincent altíð verið ein virkin partur av hiphop umhvørvinum í Keypmannahavn, har hann í dag arbeiðir sum DJ og framleiðari.
Hiphop er hansara høvuðsljóð, men hansara DJ-sett bera ofta brá av eini breiðari sjangru miksing, og hann er javnan at hoyra á klubbum og tiltøkum í CPH náttarlívinum.
Gjøgnum árini hevur JVC ferðast saman við eini røð av donskum listafólkum, har hann hevur staðið aftanfyri DJ pultin fyri m.a. ICEKiiD, Benny Jamz, Gilli, Kesi, JuKaia, FVN og fleiri.
Hann hevur eisini hitað upp fyri altjóða nøvnum sum Ms. Lauryn Hill, Ne-Yo, Craig David, Giggs, Priya Ragu, Stormzy, Rejjie Snow, IAMDDB og DJ Jazzy Jeff.
Í september 2025 var JVC við í Vogue Philippines, og hann hevur arbeitt saman við vørumerkjum sum BOLIA, AIAIAI, Vans, Buttergoods, Lagune, Nike og Soundboks, fyri at nevna nøkur fá.
Hansara DJ-handverk og viðurkenda talent sum turntablist hevur ført hann víða um í heiminum. Hann hevur spælt í londum sum Brasil, Nigeria, Bretland, India, Marokko, Filipsoyggjunum, Spania, Sveis, Fraklandi, Skandinavia, Niðurlondum og á Réunion-oyggjunum og nú er tíðin komin at vitja Føroyar og Náttarklubban.
Í 2022 gav JVC út sína fyrstu útgávu, KASAMA, við gestaframførslum frá m.a. Desta French, Prettyboy D-O, Bawo og TINYMAN.
Umframt DJ-virksemi trívist JVC við at skapa á fleiri pallum. Um tað er at framleiða tónleik, framføra live, arbeiða visuelt ella skipa fyri tiltøkum. Í løtuni er hann eisini vertur og samskipari av fleiri klubbahugtøkum, m.a. CLUB LIVE, MAHAL KITA, SIGURD CPH og øðrum tiltøkum í Keypmannahavn.
18 ára aldursmark.