

K- lega 26
Á K-leguni hevur tú sjálv/ur ávirkan á, hvussu tín skrá sær út. Tú sleppur at velja upp til trý verkstøð/aktivitetir at luttaka á. Tó eru eisini nógv felags virksemi.
Tað vera nógv spennandi verkstøð at velja ímillum. Skjótt fer kunning at koma um hvørji verkstøðini vera, men vit kunnu longu nú avdúka nøkur, harímillum: Bommverkstað, ullatøving, escape room, Padel, Sjósavnið, “spæl við eld” og “ver til reiðar”; ein postarenning har tú lærir um sjálvbjargni undir serligum umstøðum og nógv fleiri. Tilmeldaðir luttakarar fáa ein t-post við nærri kunning og val av verkstovum. Minnist til at kanna teldupostin og at velja verkstovurnar sum skjótast, eftir at tú hevur móttikið teldupostin.
Ein leiðari fyri hvønn skótabólk má við. Um fleiri enn 10 skótar eru við, mugu tveir leiðarar við. Tað kann eisini verða foreldur, ella onnur vaksin ábyrgdarfólk, ið varða av tykkara skótabólki um tað ikki liggur fyri hjá leiðarunum.
Vit sova innandura, og hvør skótabólkur fær eina skúlastovu at gista í. Eru fá úr einum bólki, kann væntast at deila skúlastovu við annan skótabólk.
Ferðaútreiðslur eru ikki íroknaðar legugjaldinum. Leiðarar luttaka ókeypis.
Dyrnar lata upp klokkan 18:00 og skráin byrjar klokkan 20:00 fríggjakvøldið og endar sunnudagin klokkan 14:00.
Vit gleða okkum at síggja skótar og leiðarar úr øllum Føroyum á K-leguni og vænta at vit fara at fáa eitt sera gott vikuskifti saman.
