“….svart verður hvítt og gamalt nýtt” – soleiðis ljóðar í einum sangi hjá Kára P. og tað er eisini ein sannroynd, at hóast sangir hansara eru gjørdir í tíðarskeiðnum 1970-1990, so hava tey yngru ættarliðini eisini tikið teir til sín.
Áhoyraraskarin hevur verið rættiliga fjølbroyttur, tær framførslur hann hevur havt víða hvar seinastu árini, annaðhvørt einsamallur ella saman við royndu tónleikarunum í “Hinumegin Ringvegin Trio”.
Kári P: sangur, Gittar og munnhørpu
Finnur Hansen: Klaver, harmonika og sangur
Edvard Nyholm Debess: Kontrabass og sangur