

Kári Svensson og Eyðun av Reyni í Gallarí Havnará
Kári er ein av okkara mest virdu listamonnum. Í myndum hansara verður klassiska landslagið endurnýggjað í abstraktum formi, har pensilin fer leikandi eftir løriftinum. Myndirnar byggja á hansara egnu upplivingar av føroysku náttúruni, har veðrið støðugt skiftir frá mjørka til sól, storm og regn.
Eyðun er útbúgvin á kongaliga Kunstakademinum í Keypmannahavn og er kendur fyri sínar oljumálningar av koloristiskum landsløgum. Rútmikkurin í litspælinum er tað berandi, og temaið er støðugt bygdin við havið, fjøllini, havið og luftin. Hetta eru sterkir litir og týðilig penslastrok, ið abstrahera frá motivinum. Eyðun hevur sýnt fram bæði heima og uttanlands og telist millum bestu føroysku listafólk í sínum ættarliði.
Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýning í Gallarí Havnará
