Loading Events
Nær
30. apríl 2026 kl. 21 - 21:01
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
DKK 110

Karla Hansen

Við rótum í fólkatónleiki og einum ljóði, sum leiðir teg í countryhjartað, bjóðar Karla Hansen tær eina ektaða, livandi og hugnaliga tónleikauppliving. Við sterkari rødd og tekstum, sum siga søgur um lívið, kærleikan og tað einfalda, sum rørir við okkum øll, tekur Karla teg við á eina ferð, har tú bæði merkir gleði og sakn – við einum smíli. 

Karla hevur fest røtur í Tórshavn, har hon eisini syngur við í Xperiment. Hon hevur eisini framført sum Special Guest til Open Mic, luttikið á Sement 2025, har hon fekk eitt “Wildcard”, sungið í FK í Hoyvík, sungið kór hjá ESTER, givið út staklagið Jólaverð, sum hon sjálv hevur skrivað og framleitt, og hon bleiv nominerað til FMA, har hon endaði í top 10.

Tá fólk spyrja Karlu, hvat slag av tónleiki hon spælir, veit hon ikki heilt sjálv – tí fyri hana snýr tónleikur seg ikki um sjangru, men heldur um kenslur, løtur og eitt vibe.

Manning
Karla Hansen – sang og gittar

Tiltakið er stuðlað av Økistónum.